Aðalfundur í Listafelag Føroya

 


Aðalfundur í Listafelag Føroya

Bjóða verður til aðalfundar leygardagin 16. juni kl. 15 í Listaskálanum við hesi skrá:

1. Val av fundarstjóra.

2. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári.

3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi við fíggjarstøðu til góðkenningar og uppskot frá

nevndini, hvussu avlopið skal verða nýtt.

4. Áseting av limagjaldi.

5. Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.

6. Val av grannskoðara.

7. Uppskot frá nevnd ella limum til aðalfundin, sum er innlatið í seinasta lagi eina viku fyri fund. Nevndin mælir til at grein 7, stk.1 verður broytt frá “Felagið skipast av eini 5-mannanevnd, ið sjálv sínamillum velur formann, næstformann, kassameistara og skrivara” til “Felagið skipast av eini 6-mannanevnd, ið sjálv sínamillum velur formann, næstformann, kassameistara og skrivara” og at grein 7, stk. 4 verður broytt frá “3. árið fer 1 nevndarlimur frá” til “3. árið fera 2 nevndarlimir frá”. Eisini mælir nevndin til at grein 4, stk. 3 verður broytt frá  “Ársaðalfundur skal lýsast við tilskilaðari fundarskrá 3 vikur frammanundan í ávís ella við brævi til limirnar” til  “Ársaðalfundur skal lýsast við tilskilaðari fundarskrá 3 vikur frammanundan í ávís, øðrum miðli ella við brævi til limirnar”.

8. Ymiskt.



heilsan

Pál Weihe, formaður

fartelefon 216696