Kirsten Justesen

Ólavsøkuframsýningin 2008 er á veg!

Ólavsøkuframsýningin 2008

Ólavsøkuframsýningin í ár ber heitið Skitsan, og tað er danska listakvinnan Kirsten Justesen, sum skipar fyri framsýningini.

Skitsan er eitt visuelt ríkidømi, sum eingin sær. Tað liggur í fyrireikandi uppritum, kanningum og leysum hugskotum, sum kanska ongantíð hava fingið form. Hugsað verður um tilfarsroyndir, rannsóknir, mynstur, ramsur og staklutir á pappíri, som kanska hevur verið støði undir verki og umboða notat frá heimfatanini hjá listafólkinum, meðan tað arbeðir við at granska lívið.

Um 30 listafólk eru boðin at lata verk til framsýningina, sum letur upp í Listasavninum ólavsøkuaftan kl. 14 og er opin til 10. august.

Kirsten Justesen er kend m.a. fyri verkið Melting Time og hevur m.a. skipað fyri framsýningum víða hvar eitt nú í Århus og New York.