Fernisering: Ólavsøkuframsýningin 2016

Fernisering ólavsøkuaftan, 28.07.16, kl. 15:00

Røðari: Gunnar Nolsøe

Atgongugjald: 50,- 

Ólavsøkuaftan 28.07 kl. 15:00 letur ársins Ólavsøkuframsýning upp á Listasavni Føroya. Gunnar Nolsøe setur framsýningina. Gunnar er kendur útvarpsmaður úr sendingum sum “Mentanarkaféin” og spurnarkappingini “Á quiztinum”. Til ferniseringina traðkar Gunnar úr leiklutinum sum vertur og heldur setanarrøðuna.

Á framsýningini eru 15 listafólk við fleiri enn 70 verkum. Verkini eru fjøltáttað og ein mynd av tí, ið rørir seg á føroyska listapallinum í dag. Summi av luttakarunum hava list sum yrki, onnur fáast við at skapa í frítíðini. Øll listaverkini eru til sølu. 

Listafólkini eru:

Anker Mortensen, Bárður Oskarsson, Edward Fuglø, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Kirstin Helgadóttir, Olivur Eystberg, Peter Carlsen, Randi Samsonsen, Saga Kapna, Sámal Blak, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Turið Nolsøe 

Framsýningin er opin til sunnudagin 07.08.16

Verið vælkomin á Ólavsøkuframsýningina 2016